top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

SJÓNÁM | Grøn hitapumpuskipan til hylin

Í samband við OPITO uppstiganina er krav at vatni í hylinum er 21 gradir. Ráðgevandi fyritøkan SMJ varð litið í hendi at gera eina meting um hvat var skynsamasti háttur at upphita tey væl omanfyri 300m3 av vatni og halda temperaturin.


SMJ mettu at í mun til íløgukarmin og tørvin var ein luft til vatn hitapumpuskipan fíggjarliga skynsamasta loysnin og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini.


Tað var Signar Kallsberg sum í fjør summar vann útboðið uppá verkætlanina og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt og pumpurnar settar í gongd.


Á Sjónámi eru tey sera fegin um at verkætlanin bar á mál og Sjónám takkar Landsverk og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina áleiðis hálva millión.


Umframt fær Signar Kallsberg og starvsfólk hansara hjartaliga tøkk fyri væl útint arbeiði, og eisini SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina.


(Myndir 📸 Sjónám)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjónám

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page