top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Bláa bók fer í søguna

Updated: Dec 14, 2022

Framyvir fáa sjófólk ikki longur bláu bók, tá tey hava verið til læknakanning fyri sjófólk. Í staðin fáa tey eitt heilsuprógv, ið er eina A4-síðu til støddar.

(Mynd 📸 Sjóvinnustyrið)


Skjalið er talgilt og kann takast niður á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Sjófólkið og læknin fylla út oyðublaðið, og sjófólkið fær ta síðuna við sær, har læknin váttar, at sjófólkið er skikkað til skipstænastu. Frá 1. januar 2023 verður einans nýggja heilsuprógvið útflýggjað eftir læknakanning. Galdandi bláar bøkur varðveita tó sítt gildi fram til ásetta lokadagin í bókini. Broytingin er ein liður í arbeiðinum hjá Sjóvinnustýrinum at talgilda og lætta um arbeiðsgongdir. Upplýsingarnar í heilsupróvnum eru samstundis dagførdar samsvarandi STCW-sáttmálanum og MLC-sáttmálanum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page