top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Sjóvinnustýrið | Ein áheitan til reiðaríir

Føroysk skip í altjóða sigling verða ávirkað av nýggjum IMO-sáttmála


Føroysk skip í altjóða sigling verða ávirkað av nýggjum IMO-sáttmála Hong Kong-sáttmálin, sum IMO (International Maritime Organization) samtykti í 2009.


Sáttmálin hevur til endamáls at tryggja, at burturbeining av skipum fer fram á ein umhvørvisliga burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt.



Hetta merkir at minka um dálking, betra um arbeiðsumstøður og tryggja rættindi hjá starvsfólkum á endurnýtslustøðum kring heimin. Sambært sáttmálanum skulu øll handilsskip hava eina skrá yvir vandamikil evni umborð (Inventory of Hazardous Materials, IHM) og tryggja, at endurnýtslustøð lúka ávís altjóða krøv.


Hóast Føroyar ikki hava staðfest sáttmálan, verða føroysk handilsskip, sum virka í altjóða sigling, biðin um at seta seg inn í krøvini og - um neyðugt - fáa eitt Statement of Compliance frá sínum klassafelag.


Hetta er við til at tryggja, at føroysk skip lúka altjóða krøv og kann forða fyri møguligum afturhaldi í Port State Control, soleiðis at tey sleppa undan óneyðugum forðingum í útlondum.


- vit mæla tí reiðarum til at venda sær til sítt klassafelag fyri at fáa vegleiðing og møguliga útvega eitt IHM og eitt Statement of Compliance, sigur Sjóvinnustýrið





(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið/IMO)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page