top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir

Dec 20, 2024
1 min read

Tað er tí umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum


Frá 1. januar 2025 sendir Sjóvinnustýrið út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki.


Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum, antin varandi ella galdandi í styttri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni.


Vitaverk og og sjóuppmerking varð yvirtikið 1 juni 2024, og tá kom ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir á føroyskar hendur. Síðani tað hevur danska Søfartsstyrelsen vegna føroyskar myndugleikar sent út siglingarfráboðanir – Efterretninger for søfarende. Men 1. januar fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðan fyri føroyskt sjóøki, og hesar fara sostatt ikki at vera partur av danska Efterretninger for søfarende longur.


Tað er tí umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum HER.


Siglingarfráboðanir skulu ikki blandast við siglingarávaringar, sum eru skundboð til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.


(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page