top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn skulu hava føroyskt sjóvinnubræv

Førleikakrøv fyri útlendingar á føroyskum fiskiskipum:

(Mynd 📸 Sjóvinnustýrið)


Umborð á føroyskum fiskiskipum skulu skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn hava føroyskt sjóvinnubræv

Tó kunnu útlendingar mynstra í einum starvi, har sjóvinnubræv krevst, um útlendingarnir hava fingið eitt viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.

Tað er reiðarin, sum skal senda umsókn um viðurkenningarprógv til Sjóvinnustýrið. Saman við umsóknini skal leggjast avrit av útlendska sjóvinnubrævinum.

Útlendska sjóvinnubrævið skal hava eina STCW-F átekning, fyri at viðurkenningarprógv kann gevast út og harvið fyri at kunna nýtast umborð á føroyskum fiskiskipum.

Umsóknir um viðurkenningarprógv skulu sendast Sjóvinnustýrinum á fma@fma.fo


Øll manningin skal hava galdandi trygdarskeið og heilsuprógv

Øll, sum mynstra umborð, skulu hava galdandi trygdarskeið og galdandi heilsuprógv fyri sjófólk. Útlendsk trygdarskeið sambært STCW-sáttmálanum eru góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page