SKRÁIN FYRI FØROYA SJÓMANNADAGAR 2024
Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 12. – 17. august 2024. Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.
(Mynd 📸 Norðlýsið)
Mánadagur 12. august
20.00 – 22.00
Fyrilestur um Vinnukaving, har Janus Joensen, stjóri á vinnukavaraskúlanum, fer at greiða frá um føroysku kavaravinnuna. Fyrilesturin er í Stórustovu á Sjónámi.
Týsdagur 13. august
20.00 – 22.00
Fyrilestur: “Hvussu verður veðrið”. Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya greiðir frá um Veðurstovu Føroya, hvørji tey eru, og hvat tey gera. Fyrilesturin er í Stórustovu á Sjónámi.
Mikudagur 14. august
19.00
Fiskivinnuting í Varpinum.
Á einum upplýstum grundarlag verður viðkomandi kjak millum politikarar og áhugapartar í fiskivinnuni um viðkomandi avbjóðingar og møguleikar í fiskivinnuni í løtuni. Serfrøðingar leggja fram og fáa uppfylgjandi spurningar frá orðstýrara.
19.00 Jóhann Lützen frá Føroya Sjómannadegi bjóðar vælkomin. Jón Brian Hvidtfelt, orðstýrari greiðir frá skránni.
19.05 – 19.15 Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni, hevur stutta framløgu um (1) virksemi hjá Havstovuni í mun til at koma við tilmælum um avmarkingum fyri veiðuna eftir botnfiskasløgunum í føroyskum øki, (2) lýsir støðuna hjá teim stóru botnfiskastovnunum og tilmælini hjá ICES og Havstovuni, (3) hvørji eru útlitini til at toskastovnurin kemur fyri seg afturá landgrunninum? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar.
19.15 – 19.25 Stefan í Skorini fyri Føroya Reiðarafelag og umboð fyri Ráfiskakeyparafelagið lýsa týdningin av stovnsrøkt og burðardyggari fiskiveiðu fyri marknaðaratgongd og vinnuligu avleiðingar av avmarkingum fyri botnfiskaveiðu. Hvørji ynskir hevur vinnan til førda fiskivinnupolitikkin? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar.
19.25 – 19.40 Panelkjak
19.40 – 19.50 Jan Arge Jacobsen, Havstovan, lýsir lívfrøðiligu orsøkirnar til tørvin á strandalandaavtalum og avmarkingum, støðan hjá pelagisku stovnunum og útlitini, um ongar avmarkingar verða gjørdar.
19.50 – 20.00 Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, greiðir frá søguligu bakgrundini fyri strandalandaavtalum og ynskini hjá vinnuni til avtalur og karmar framyvir.
20.00 – 20.10 Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, leggur fram um búskaparligu bakgrundina fyri strandalandaavtalum, og lýsir búskaparligu avleiðingarnar fyri vinnuna, í veiðuliðnum og framleiðsluliðnum, Landskassan og Samfelagsbúskapin? Hvørji eru búskaparfrøðiligu tilmælini? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar.
20.10 – 20.25 Panelkjak um boðskapirnar og verandi fiskivinnupolitikk í mun til botnfiskaveiðuna.
20.25 – 20.35 Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greinar búskaparligu avleiðingarnar við støði í búskaparfrøðiligum meginreglum fyri skynsomum fiskivinnupolitikki.
20.35 – 20.50 Panelkjak um boðskapirnar og ætlaðu inntrivini.
Hósdagur 15. august
14.00
Línuskipið Helena verður søkt á Borðoyarvík. Áhugafelagið Reynsmúli sigur, at teir opna botnventilarnar um 14 tíðina, og síðani fara at ganga eini 4 tímar, til skipið liggur á havsins botni. Skipið skal nýtast til kavingarendamál
20.00
FK Borac Banja Luca – KÍ (Útidystur)
Fríggjadagur 16. august
17.00Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.Møtið í góðari tíð.
Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:
Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.
Hesi 12 fáa eisini øll hvør sítt atgongumerki til Sirkus Baldoni í Klaksvík umframt tinganest frá Kjølbro Heilsølu.
Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt gummibát til tveir persónar frá Mítt Alfa, virði 1.199 kr.
Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 19. august kl. 11.20
18.00Stórt vatnkríggj millum bátar og skip umframt á kajøkinum á Vestursíðuni.
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígginum.Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv! Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!
Leygardagur 17. august
09.00 – 10.00
Dyppimik við neystið á Flesjum á Borðoyarvík. Øll eru vælkomin.
10.30
Merkið verður vundið á stong
Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin.
Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2024 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.
Á stóra palli
Tilmeldingin til allar kappingar fer fram á pallinum.*undantikið til svimjikappingina.
10.45Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin
10.55Eirikur í Jákupsstovu setur Føroya Sjómannadag vegna Fiskimálaráðharran
11.05Eirikur í Jákupsstovu letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum
11.15Føroya Sjómannadagur heiðrar Tyrlutænastuni. Torbjørn Jacobsen heldur røðu.
11.45Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini
11.55Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum
12.15Dávur Winther greiðir frá um læknastríðið, QR-lyklar og skattaveiðu
12.25Skipalista-Kvissin – undankappingErnst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertirKappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.
Finalan verður kl. 15.20
13.10Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noðaKappingin er fyri pør
Vinningurin er gisting í tvær nætur í dupultkamari á Hilton Garden Inn íroknað morgunmat og 4 rættir fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum.
13.30Føroyameistarakapping – Kasta langlínu
Føroyameistarin fær ein PlayStation 5 Slim Digital Edition (2023) frá Elding, virði 4.599 kr.
Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN
Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá INN
13.45Føroyameistarakapping – Egning
Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur
Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.
14.30Føroyameistarakapping – Trolbøting
Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Silvurvinnarin fær Ipad 10,9” 10th Gen, 64 GB frá Føroya Tele, virði 4.999 kr.
Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá Bónus
15.00Føroyameistarakapping í køkubaking– Køkurnar skulu latast inn í hølini hjá Fullpower Klaksvík ímillum klokkan 11:30 og 12:00
Køkudómarar: Ranva Knudsen, Elsbet Heðinsdóttir Christiansen og Jona Elisa Andreasen.
Vinningar:
Besti smakkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá Inn
Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá BÓNUS
Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK
15.20Skipalista-Kvissin – FinalanErnst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
2 x Iphone 15 128 GB yellow frá Føroya Tele, virði 7.999 kr.
Øll í finaluni fáa Skipalistin 2024
16.20Vinnarin av kokkakappingini “Arctic Young Chef”, ið er eitt samstarv millum NORA, Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag, verður kunngjørdur. Dennis Holm og Høgni Hoydal siga nøkur orð.
16.50Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar
17.20Føroyameistarakapping – Halda dregg
Føroyameistarin fær ein Samsung 55″ QLED 2024 Q60D flatskerm frá Elding, virði 8.499 kr.
Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK
17.50Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir
Vinningur Svimjing um vágna:
Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways
Vinningur Kassastápling:
Føroyameistarin fær Soundboks frá Elding, virði 8.999,-
Silvurvinnarin fær Ipad Air 5th Gen, 256 GB WiFi frá Nema, virði 8.199 kr.
Bronsuvinnarin fær gávukort á 1000 kr frá Bónus
18.10Togtogan millum skipsmanningar8 persónar pr. lið
Liðið, ið gerst føroyameistarar fær gávukort frá Smyril Line áljóðandi cruise til Danmarkar ella Íslands til 12 ferðandi í 2-koyggjukømurum uttan vindeygu.
18.40Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan
Føroyameistarin fær Samsung Galaxy S24 128 GB Onyx Black frá Nema, virði 7.399 kr.
Silvurvinnarin fær Gávukort á 5.000 kr. frá Atlantic Airways
Á Tekniska Skúla í Klaksvík
10.00 – 18.00
”Arctic Young Chef” kokkakapping.
Stað: Matvørudeildin TSK, Mýrivegur 2.
Kokkar fara at kappast í matgerð, har høvuðsrávørunar eru skrubba og saltfiskur.
Øll áhugaði eru vælkomin at hyggja.
Í stóra tjaldinum
10.40Stóra morgunmatarborðið
11.00 – 18.00ListaframsýningLydia Petersen, Magna Auðunsson, Monica Ósá Henriksen
11.00 – 18.00Framsýning við 1912.
12.00 – 16.00Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir
Á barnaøkinum
11.00 – 19.00
Ókeypis hoppiborgir
11.00 – 19.00Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli
12.00 – 17.00Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti
13.00 – 17.00Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís
13.00 – 17.00Trygd bjóðar øllum børnum ókeypis poppkorn og annað leskiligt úr reyða Trygd vogninum.
Á lítla palli
13.30
Trøllapætur, omman & ommudidd rokka
14.30
Barnatiltak og felagsspøl við Kæti og Silva
Silvavinir deila góðgæti út til øll tey fittu børnini
16.45
Konsert við Anua
Á økinum
10.00 – 20.00
Edward Fuglø hevur opið Atelier
13.00Grindamannafelagið skerir ein grindahval upp niðanfyri Ídni.Greitt verður frá á enskum, meðan grindahvalurin verður skorin upp.
Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður borðreiddur gestum saman við rómaeplum.
13.00 – 19.00KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn niðanfyri Roykivirkið.
13.00 – 17.00Opið hús á LooknorthKom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur.
13.00 – 19.00Føroya átiligasta fiskaborð
JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
—–
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni
—–
Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.
—–
Christian í Grótinum og Amarant – Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.
—–
14.00Føroya Sjómannnadagur bjóðar grindabúff og rómaepli
14.00 – 17.00Føroyameistarakapping í kassastápling
Á sjónum
09.00Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl
10.00Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.Westward Ho, Dragin, Thorshavn og Norðan eru við.
11.00 – 17.00Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum
11.00 – 17.00Vilt á sjónum– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward HoManningin hjalpir børnum at hála fokkuna upp og nidur, leggja um klampa og seta fast. Síðan gera fallið upp.
11.00 – 17.00Opið skip umborð á Norðan
11.00 – 17.00Opið skip umborð á Draganum
11.00 – 17.00Opið skip umborð á Thorshavn
13.30Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag
14.00 – 17.00Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
14.00 – 17.00Opið skip umborð á BrimliManningin bjóðar heitar vafflur og kakao.
14.00 – 17.00Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Vædderen”Manningin bjóðar heitar pannukøkur og kakao.
15.25Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnurSvimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn
Sunnudagur 18. august
11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett
12.30
Sunnudagsskúlin í Betesda byrjar aftur eftir summarsteðg.
18.00Sjómansmøti í KFUM & KJohn Kári Jacobsen, skipari sigur nøkur orð. Harmonikuvinir luttaka við sangi.
Innsavnan til Sjómanskvinnuringin.Eftir møtið verður nátturði.Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sí skránna fyri ársins sjómannadagar HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: FØROYA SJÓMANNADAGAR
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários