top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SMYRIL LINE | Síggja fram til eitt spildurnýtt skip, sigur skiparin á Akranesi

-Nú hetta skipið er selt, eru dagarnir eitt slag av ervi - men við vón; tí vit síggja fram til eitt spildurnýtt skip. Tí eru vit eisini spentir, sigur skiparin á Akranesi, Grímur Poulsen.

(Mynd 📸 Grímur Poulsen, skipari og Bjørn á Lag, yvirstýrimaður/Fiskimannafelag.fo)


Fríggjakvøldið fer ro-ro farmaskipið Akranes, hjá Smyril Line, úr Føroyum fyri seinastu ferð. Eitt felag á Kanariuoyggjunum hevur keypt skipið og yvirtekur tað fyrst í juli.


-Kenslan er eitt sindur løgin nú skipið er selt. Eg var skipari á Hvítanesi í góð átta ár, so var hann seldur. Nú havi eg verið skipari her í umleið hálvtannað ár, og nú er hetta skipið eisini selt, fortelur Grímur.


-Tað var stór og góð broyting at fara frá Hvítanesi og umborð á Akranes, sum var 20 ár yngri og nógv størri. Nú hetta skipið er selt, er tað eitt slag av ervi, men við vón, tí vit síggja fram til eitt spildurnýtt skip. Tí eru vit eisini spentir, sigur hann.


-Akranes er eitt gott skip, og nógv er gjørt við tað. Treyðugt so, tað er ikki nýtt, so tað er altíð okkurt sum tørvar dagføring, sigur Grímur.


-Tá vit fara úr Føroyum liggur leiðin til Rotterdam, har vit bunkra. Síðani sigla vit til Vigo í Spania, har vit lasta farm, sum skal inn á Miðjarðarhavið. Vit koma so at sigla har til vit avhenda skipið til nýggja eigaran í Las Palmas fyrst í juli, sigur hann.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page