top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAGTØL | Tilgongd á maskinfakum

Updated: Aug 30, 2023

Grafurin á myndini vísur at næmingatalið innan maskin fakið árliga á Vinnuháskúlanum svingar millum 45 0g 65.

(Grafur: BLUE FAROE ISLANDS)


Í august í 2023 byrjaðu 24 á maskinmeistara útbúgvingini. Upptøka er tvær ferðir um árið í august og januar, og seinast at næmingatalið var hægri enn 24 var í august 2020, tá var talið 25.

Vit hava víst á í aðrari grein á Blue Faroe Islands at áhugin fyri maritimum útbúgvingum økist millum ungdómar í Danmark. Hetta sæst aftur í næmingatalinum, sum byrjaði skúlaárið í 2023. Vøksturin var 8% í upptøkum.

Í Føroyum eru tveir sjómannsskúlar. Vinnuháskúlin í Havn og Sjónám í Klaksvík. Í Havn er í høvuðsheitum tvær útbúgvingar at velja í: navigatør/skipara útbúgving og maskinmeistara útbúgving.


Á Sjónámi í Klaksvík er talan um skipara og skipsatstøðara útbúgving, sum er ein dekkara útbúgving.


Upptøku tíðarskeiðið á Vinnuháskúlanum er hvørt hálva ár, tað vil siga at næmingar byrja í august og í januar.


Upptøku tíðarskeiðið á Sjónámi er skipað soleiðis, at næmingar til skipara verða upptiknir triðja (3.) hvørt hálvár, men tekur inn til skipsatstøðara eina ferð um árið.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page