top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SSL | Veðrið ávirkar ferðaætlanina komandi dagarnar

Í dag er eingin sigling á leið 58, og mánadagin og týsdagin kunnu væntast avlýsingar á Suðuroyarleiðini, og helst fer veðrið at ávirka aðrar leiðir eisini.

(Mynd 📸 Sverri Egholm)


Aftur í dag ávirkar veðrið siglingina hjá Strandferðsluni. Strandferðslan boðar á heimasíðuni frá, at eingin sigling er á leið 58 í dag, millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy. Strandferðslan sigur eisini, at tað kunnu væntast fleiri broytingar og avlýsingar á bygda- og oyggjaleiðunum í morgin.


Longu nú er eisini boðað frá, at Smyril helst siglir úr Suðuroynni í morginárini klokkan seks, og av Havnini aftur klokkan 8.45, og síðani verður ikki siglt meira fyri dagin.


Týsdagin væntast veðrið eisini at ávirka siglingina á Suðuroyarleiðini. Møguliga verður ein fráferð úr Suðuroynni til Havnar og aftur, seint seinnapartin ella um kvøldið, men neyvari kunning um siglingina á leið 7 kemur seinni, verður sagt.


Strandferðslan leggur afturat, at avlýsingar eisini kunnu væntast á leið 60 og 61 millum Gomlurætt, og Skopun og Hest.


Roknast kann við, at eingin sigling verður á Hestleiðini í morgin, og tað sama við Sandoyarleiðini, men um viðrar í morginárini, verður møguliga ein túrur sigldur úr Skopun kl. 6.45 og av Gomlurætt klokkan 8.10.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page