THETIS | Nýggj adressa, sama góða tænasta
Thetis er flutt til Saltangará og fer hereftir at hava alt sítt virksemi í Saltangará.
- Síðan 2016 hava vit havt kanningarstovu á granskarasetrinum iNova, men nú er tíðin komin at flyta í egin hølir, sum egna seg betur til okkara vaksandi tørv og tey krøv, sum okkara kundar leggja við, sigur Thetis í fráboðan. Nýggi bústaðurin er Heiðavegur 53, 600 Saltangará.
(Mynd 📸 Thetis)
Ein skraddaraseymað loysn Thetis fekk møguleikan at byggja sína egnu kanningarstovu, sum er skraddaraseymað til virksemi. Tað fer at vera eitt betri workflow. og Thetis fer at gera íløgur í nýggjastu útgerð til kanningarstovuvirksemi. Thetis sigur at, tað er umráðandi hjá hjá felagnum at gera íløgu í nýggj hølir fyri at kunna nøkta tørvin hjá kundunum. Frástøðan hevur ongan týdning, hóast Thetis er flutt til Saltangará. Frástøðan, takka verið Eysturoyartunlinum, er bert eitt korter – 15 minuttir – frá gomlu hølum á Hálsi í Havn.
Henda flyting markerar ein nýggjan kapittul í søguni hjá Thetis, og felagið er verða mann sera spent at royna teir møguleikar, sum henda flytingin hevur við sær.
Thetis er blivi uppbygt av áralangum royndum og tí verða framvegis somu góðu tænasturnar og loysnirnar bjóðaðar, sum Thetis er kend fyri.
Í næstum verður almenna móttøka, har hølini verða vístfram.
Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum gera kanningar innan mat- og umhvørvi.
Hjá Thetis starvast 9 fólk.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Thetis
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments