TÍÐINDI | Bretska stjórnin biður fólk keypa sum vanligt til jóla
- Ólavur Í Geil
- Nov 2, 2021
- 1 min read
Og tað verður nóg mikið at keypa, eisini gávur, eftir at bingjur við leikum vórðu sendar til aðra havn, tí tað ikki slapst av við tær í havnini í Felixstowe.

Mangul er upp á lastbilaførarar í Felixstowe, og pláss fæst ikki fyri bingjunum í nøkrum goymslum í havnini.
- "Eg eri sannførdur um, at fólk fara at kunna keypa leikur til jóla sum vanligt", segði konservativi ráðharrin og næstformaður í Konservativa flokkinum, Oliver Dowden, við sjónvarpsstøðina Sky.
Oliver Dowden segði, at trupulleikarnir í havnini í Felixstowe eru við at vera loystir, eisini veitingartrupulleikarnir, sum fimtistørsti búskapurin í heiminum hevur havt – til dømis mangulin upp á lastbilaførarar og ovbyrjing av havnini.
- "Støðan er í bata", segði Dowden, og vísti til Felixstowe, sum stendur fyri 36 prosentum av øllum bingjufarmi í Bretlandi.
Upp á fyrispurning, um tað var skilagott at byrja at keypa beinanvegin, svaraði Dowden, at tað er bara at keypa sum vanligt.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント