TÍÐINDI | Floksforfólk og uttanlandsnevndin skulu viðgera fiskiveiðisamstarvið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, væntar, at avgerð verður tikin í málinum um fiskiveiðisamstarvið við Russland í næstum
(Mynd 📸 KVF.fo)
Embætisfólkini í landsstýrinum eru liðug við frágreiðingina um fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Russland í framtíðini, og samgonguflokkarnir hava leysliga viðgjørt frágreiðingina, upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Hann sigur, at ætlanin er at viðgera frágreiðingina við øll floksforfólkini og uttanlandsnevndina, áðrenn málið verður lagt fyri tingið. Enn eru allar viðgerðir í trúnaði.
Høgni Hoydal væntar, at avgerð verður tikin um fiskiveiðisamstarvið við Russland í næstum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi
Fylg LinkedIn #'s:
Comments