TÍÐINDI | Gadus seldur til Russlands fyri 60 milliónir
Updated: Feb 15, 2023
Trolarin Gadus í Klaksvík er nú seldur til Russlands fyri góðar 60 milliónir krónur. Nýggi Gadus kemur í mai
(Mynd 📸 KVF.fo)
Sambært skipaskrásetingini er Gadus seldur til Murman Seafood í Russlandi.
Gadus er bygdur í 1987 og kom til Føroya í 2010.
22.november í fjør kom Gadus aftur av seinasta túri í Barentshavinum undir føroyskum flaggi
Hann hevði 230 tons av flaki.
Nýggja skipið, sum skal koma fyri Gadus, kemur í mai.
Gadus hevur ligið í Båtsfjord í Noregi alt hetta árið, meðan bíðað hevur verið eftir søluni.
(Mynd 📸 KVF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments