top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Grannalond seta ferð á oljuleiting – hvat ætla vit í Føroyum?

-Hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Evropa úr orkukreppuni spyr løgtingskvinna landsstýrismannin í vinnumálum


Í dag skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, aftur svara spurningi um støðuna hjá landsstýrinum til oljuleiting í Føroyum.

Tað er bert vika síðani, at tingmaður úr andstøðuni á tingi setti landsstýrismanninum munnligan spurning um, hvørja støða nýggja samgongan hevur til oljuleiting við Føroyar. Í dag skal landsstýrismaðurin aftur svara skrivligum spurningi frá løgtingskvinnu, ið eisini snýr seg um oljuleiting við Føroyar.

(Mynd 📸 Orkan.fo)


Spurningurin frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum er soljóðandi:

“Fer samgongan í framtíðini at loyva oljuleiting í føroyskum øki? Um ja, hevur samgongan soætlanir um at gera nakað aktivt fyri at fáa oljufeløg at koma hendanvegin fyri at leita eftir olju í føroyskum øki?”

(Mynd 📸 Orkan.fo)


Í viðmerkingunum til spurningin sigur spyrjarin m.a.:

“Sigast má, at allur Vesturheimurin er í orkukreppu, og prísirnir eru ovurhonds høgir, og onki bendir á, at støðan fer at batna. Samgongan hevur onki skrivað í samgonguskjalið um oljuleiting, so vit vita ikki, hvat samgongan ætlar á hesum økinum, ella um nøkur semja er um oljuleiting.

Hesin fyrispurningur verður settur fyri at vita, hvat Føroyar gera í hesum átrokandi máli.Tað verður mest tosað um umlegging til varandi orkukeldur, og tað er skilagott. Vit mugu tó ásanna, at heimurin fer at vera bundin av olju í nógv ár fram, og tørvurin á orku er vaksandi.


Norra hevur tikið avleiðingarnar og fer at seta rættiliga ferð á oljuleiting, og Bretland hevur eisini skrúvað upp fyri oljuleiting. Týskland hevur trupulleikar av orkumangli og fer nú aftur at víðka um kolavinnuna, so har eru stórar avbjóðingar. Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Og spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.”


Spurningurin stendur til at vera svaraður á løgtingsfundinum, sum byrjar klokkan 11 í dag.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Orkan.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page