top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Hava selt skip til Føroyar og av landinum síðani 1986

Updated: Jun 2, 2022

Atlantic Shipping, sum umsitur keyp og sølur av skipum fyri reiðaríir um allan heimin, var við á messuni, Atlantic Fair, í Klaksvík.

(Myndir 📸 Føroyska Sjómansmissiónin. Frá vinstru: Karl Beinir Poulsen, Ture Korsager, stjóri, og Ingibjørn Johannesen)


Felagið hevur eisini verið við í nógvum sølum ella keypum av skipum til og úr Føroyum. Nýggjasti handilin, sum felagið hevur staðið fyri í Føroyum, er keypið av íslendska Kristrún, sum felagið handan línuskipið, Sandshavið, hava keypt úr Íslandi. Skipið fór úr Íslandi kl. 20 í gjárkvøldið við kós móti Føroyum.


-Vit eru 10 starvsfólk og fimm okkara, eru føroyingar. Høvuðsskrivstovan er í Keypmannahavn, men vit, sum búgva í Føroyum, hava eisini heimaskrivstovu.- Tað siga Karl Beinir Poulsen og Ingibjørn Johannesen, sum hava starvast hjá Atlantic Shipping síðani ávíkavist 1994 og 2011.


-Fólk seta seg í samband við okkum, tá tey skulu keypa ella selja skip. Vit seta okkum eisini í samband við fólk, tá vit vita um skip, sum eru til sølu og sum kunnu hava teirra áhuga, siga teir.


-Vit hava sambond verðina runt, og eru væl kunnaðir um, hvørji skip eru til sølu og hvør, ið hyggur eftir skipum. Tí vilja fólk mangan frætta, hvat rørir seg á marknaðinum, siga teir.


-Vit eru skipsmeklarar, sum umsita keyp og sølu av skipum. Tað er okkara serøki. Tað kann vera eitt stórt arbeiði at orna øll pappírir og serliga, tá skip verða seld millum lond, siga Karl Beinir og Ingibjørn.


Nevnast kann, at sjómanstrúboðarin fleiri ferðir hevur hitt skipsmeklarar umborð á skipum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page