top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Havstovan staðið fyri serútgávu um havklima og vistskipanir

Havstovan hevur, saman við granskarum á Havforskningsinstituttet í Bergen, Århus Universitet og íslendsku havstovuni, ritstjórnað eina serútgávu hjá nógv lisna vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

(Mynd 📸 Hav.fo)


Talan er um íalt 19 vísindaligar greinar, sum snúgva seg um, hvussu veður og havklima ávirka vistskipanir í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, í Norðurhøvum og á landgrunnum, sum marka móti hesum ríku høvum.

Fleiri av greinunum snúgva seg um viðurskifti í føroyskum havøki, og granskarar á Havstovuni eru høvuðsrithøvundar á átta av greinunum. Seinasta greinin er um norðhavssild. Umframt hetta er oddagreinin, sum tekur samanum greinarnar í tíðarritinum, skrivað av Hjálmari Hátún á Havstovuni - samskipari av serútgávuni.

Enska heitið á bæði serútgávu og á oddagrein er Physical drivers of biogeographic shifts in the Northeastern Atlantic – and adjacent shelves og øll útgávan kann lesast her.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hav.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page