TÍÐINDI | KJ hevur keypt Pomek í Klaksvík
- Eva Andrésen
- Apr 30
- 1 min read
KJ, sum er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum og hevur sína høvuðsdeild á Kambsdali, hevur keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík

(Mynd📸 in.fo)
Pomek er staðsett í Klaksvík, og hevur góðar umstøður fram við havnalagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í stóra arbeiðshøll. Somuleiðis hevur Pomek serkunnleika til rustfría framleiðslu. Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum.
Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk.
- Hetta er eitt týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í okkara framtíðar ætlanir við at veita enn betur tænastu til fiski- og alivinnuna, sigur leiðslan á KJ.
Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: in.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments