TÍÐINDI | Mangul á oljutangaskipum lúrur
Heimurin kann koma í ta støðu, at ikki nokk av oljutangaskipum eru til at flyta olju, ávarar skipaseljari.
Gibson Shipbrokers vísa á, at sera fá nýggj tangaskip eru bíløgd ella eru í bílegging, og vandi kann standast av hesum.
Tey tangaskip, sum í dag eru í vinnu, eru antin so mikið gomul at ikki gongur rúm tið, inntil tey leggjast.
Hafnia, eitt av heimsins størstu reiðaríðum innan tangaskip, hevur eisini givið hesa hugsan til kennar.
Stjórin í donsku deildini hjá Hafnia, Mikael Skov, sigur at alt ov fáa reiðaríir hava gjørt íløgur í tangaskip.
Fleiri orsøkir eru til hesa støðu. Ein teirra er grøna orkuskiftið, sum gevur óvissu um hvørjar orkukeldur hesi risastóru skipini fara at nýta í framtíðini, og tískil er íløguhugurin minkaður.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Shippingwatch.dk
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments