TÍÐINDI | Moplasamtak letur byggja egið bingjuskip
Kinverska møplasamtakið, Loctek, er seinasta virkið í einari røð av virkjum, sum hava mist tolið við bingjureiðaríunum, og nú útvegar sítt egna bingjuskip at útflyta vørurnar hjá samtakinum.
(Mynd 📸 TradeWinds / Huanghai Shipbuilding)
Loctek hevur í mun til onnur valt at bíleggja eitt spildurnýtt 1.800 TEU stórt bingjuskip hjá Huanghai Shipbuilding. Kostnaðurin verður 32,6 milliónir dollarar. Nýggja skipið skal handast eigarunum í mars komandi ár, skrivar Tradewinds.
Møplasamtakið skrivar í einari fráboðan, at bingjuskipið skal tryggja, at samtakið betur fær stjórna flutningsútreiðslunum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments