top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Móttøka fyri nýggja frystilínuskipinum í morgin

Updated: Jul 1, 2022

Almenn móttøka verður úti á Støð seinnapartin í dag, tá nýggja Sandshavið kemur til Sands

(Mynd 📸 Portal.fo)


Í sambandi við at frystilínuskipið Kristrún, sum reiðaríið hjá Sandshavið hevur keypt úr Íslandi kemur til Sands í dag, verður almenn móttøka úti í Støð á Sandi klokkan 17.

Nýggja Sandshavið kom fyrr í dag til Føroya, og liggur nú á Havnini. Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt. Skipið er keypt fyri umleið 17 milliónir krónur.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page