top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

TÍÐINDI | Proppur í Panama veitini

Uppá sera stutta tíð er proppur komin í Panama veitina. Orsøkin er vatnmangul í veitini. Fleiri stúra fyri seinkingum á heimsins farmaleiðum og ógvusligum príshækkingum.

Panama Canal
(Mynd 📸 Vuslat Bayoglu, LinkedIN)

ACP, sum er lokali mynduleikin um Panama veitina, hevur síðan í summar varnast vatnmangul, og síðst í juli varð fráboðað og mark sett á, hvussu nógv skip kundu sigla ígjøgnum veitina.


Í meðal sleppa nú 32 skip at sigla í gjøgnum, í meðan vanliga talið er 36. Harður turkur er á leiðini. Hetta hevur við sær seinari gjøgnumsigling og ikki minst langar bíðirøðir.


Í løtuni liggja umleið 160 skip. Vanliga talið er um 90, sum bíða.


ACP og aðrir stovnar vísa á fyribrygdi El Nino sum eina sannlíka orsøk til støðuna. Mynduleikar hava í eina tíð haft eftirlit við Ríná veitini, har vatn mangul eisini hóttir.


Allur heimurin varð merktur av, tá ið bingjuskipið Ever Given tipti Suesveitina, og nú stúra fleiri fyri einari endurtøku.

Ever Green in Suez canal 2021

(Mynd 📸 Reuters)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: The Guardian

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page