top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROE DIVE | Meining - Neyðugt at uppstiga okkara førleikastøði


Nú løgtingsval er útskriva, verða evni tikin fram sum t.d. Frálandavinna, Oljuleiting og Vindorkuvinna. Mangan verður tosað ógvuliga óítøkiligt um hesi evnini, men einstakir politikarar eru tó sum vísa økinum áhuga.


Skulu vit í Føroyum taka lut í frálandavinnum av ymiskum slag og menna Føroyar sum ein maritiman tænastudepil í Arktiskum øki, so krevst at vit uppstiga okkara førleikastøði á nógvum økjum. Um vit ikki menna okkara vinnur gerast vit eftirbátar.


Eitt av hesum økjum, ið vit mugu menna enn meira er millum annað, okkara kavaravinna.


Ynskja vit at flyta aling longur út og djúpari, menna olju- og frálandavinnur, hava vit stóran tørv á fólki við betri førleikum enn vit hava í dag.



Eitt dømi um hvussu langt afturút vit eru, í mun til onnur lond, var tá West Hercules var viðlíkahildin á Skálafjørðinum. Tí tá komu áleið 20 fremmandir kavarar til oyggjarnar, fyri at avgreiða viðlíkahald uppi undir platforminum. Minnist meg rætt vóru ein ella møguliga tveir føroyingar á kavaratoyminum. Tað eigur ikki at vera neyðugt at innflyta vinnukavarar at avgreiða slíkar, lutfalsliga lættar uppgávur .. Slík áttu vit at klára við føroyskum kavarum..


(Photo 📸 FaroeDive)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Kelda: Faroe Dive, Janus Joensen


Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page