top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Reiðarí vil hava fleiri kvinnur í sjóvinnuna

Updated: Aug 8, 2022

Esvagt í Esbjerg hevur tørv á nýggjum starvsfólkum í sambandi við grøna skiftið, men uttan kvinnur verður tað trupult at fáa nóg nógv starvsfólk.

(Mynd 📸 Antares)


Grøna skiftið kemur at krevja fleiri fólk í starv hja donskum reiðaríum. Ein spurnarkanning hjá Donskum Reiðríum millum limirnar vísir, at átta av tíggju leiðarum í vinnuni vænta at skula seta fleiri starvsfólk í starv, og at ta kemur at vera ein avbjóðing.

Forstjórin í Esvagt í Esbjert, Peter Lytzen, eftirlýsir í ShippingWatch, at serliga kvinnur fara at søkja inn í sjóvinnuna.

- Her er ein risastór ónýtt orka, tí vit kundu saktans havt kvinnur í 50 prosent av okkara samlaða starvsfólkahópi, men tær eru bara 4-5 prosent, tá tað kemur til skipini. Høvdu vit fingið fatur á kvinnunum, so hevði tað hjálpt munandi, sigur Peter Lytzen.

Hann sigur, at eydnast tað ikki at fáa fatur á fleiri kvinnum inn í sjóvinnuna, so verður neyðugt at fara uttanlands eftir arbeiðsmegi.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page