TÍÐINDI | Russland móttikið heimsins longsta kavbát
Updated: Jul 12, 2022
Russiski flotin hevur móttikið heimsins longsta kavbát, Belgorod, sum við sínum 183 metrum til longdar er útgjørdur við tveimum reaktorum/andgerum. Sambært flotanum skal nýggi kavbáturin nýtast í granskingarhøpi, men er kortini eisini útgjørdur við seks kjanorkuvápnum av slagnum “Poseidon-torpedum”
(Mynd 📸 popularmechanics.com)
Nýggi kavbátuin verður heimsins longsti, og týdningarmesta uppgávan hjá Belgorod verður tann sama sum hjá øðrum stórum russiskum kavbátum. Hann skal skjóta kjanorkuriknar Poseidum-torpedur, sum eru sniðgivnar at leggja 5.000 fjórðingar aftur um seg við einari ferð upp á 50-100 fjórðingar og skapa dómadags oyðileggingar.
Russiskir embætismenn tosa tó mest um slóðbrótandi vísindaliga “kapasitetin”, sum kavbáturin hevur. Kavbáturin fer millum annað at kunna nýtast sum farmaleið (transportørur) hjá manningarleysum kavbátum, millum annað njósnarakavarum.
(Mynd 📸 thebarentsobserver.com)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments