TÍÐINDI | SKIPIÐ FER Á TVINGSILSSØLU 20. JANUAR
Tann 10. november 2022 boðaði Føroya Fútarættur í bløðunum frá, at tvey línuskip skuldu á tvingsilssølu.
(Mynd 📸 KVF.fo /Borðoyarnes)
Talan var tá um Váðastein, sum hoyrir heima á Toftum, og Borðoyarnes, sum er skrásettur í Klaksvík.
Tvingsilssølan var tá umbiðin av Óla Jákup Kristoffersen, advokati.
Veðhavarar hava krøv fyri 9,6 milliónir krónur í Borðoyarnesi.
Borðoyarnes fer á tvingsilssølu 20. januar kl 10.
Váðasteinur avlýstur
Tað var í november í fjør, at Borðoyarnes var lýstur á tvingsilssølu. Tá varð línuskipið Váðasteinur, sum hoyrir heima á Toftum, eisini lýst á tvingsilssølu. Men síðani er Váðasteinur tikin av aftur tvingsilssølulistanum.
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, sum tekur sær av tvingsilssøluni, sigur, at tað eydnaðist reiðarínum hjá Váðasteini at fáa eina loysn, og tí fer tað skipið ikki á tvingsilssølu.
(Mynd 📸 KVF.fo /Váðasteinur)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: fiskimannafelag.fo og KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Opmerkingen