TÍÐINDI | Smyril Line siglir framvegis við farmi til Russlands
Smyril Line rekur vinnuligt virksemi og ikki politikk, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri
(Mynd 📸 Jens Meinhard Rasmussen/ Kvf.fo)
Í dag eru tríggjar vikur, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Síðani tá hevur heimssamfelagið sett fleiri tiltøk í verk móti Russlandi, men enn er einki fullkomið handilsboykott av Russlandi sett í gildi.
Tað merkir millum annað, at føroyskar havnir enn eru opnar fyri russiskum skipum, og at føroysk skip eisini leggja at í Russlandi.
Smyril Line hevur eina fasta rutu til St. Pætursborg, og tann siglingin hevur verið óbroytt, síðani kríggið brast á fyri trimum vikum síðani.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, ber seg undan at gera samrøðu við Kringvarpið í dag, men sigur, at fyritøkan siglir sum vanligt, so leingi eingi boð eru komin frá almennu myndugleikunum um nakað annað.
Reka vinnuligt virksemi
- Um almennu myndugleikarnir geva boð um at gevast við at sigla upp á Russland, gera vit sjálvandi tað alt fyri eitt, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Hann leggur dent á, at Smyril Line rekur vinnuligt virksemi og ikki politikk, og at viðurskiftini við Russland eru eitt politiskt mál, sum politisku myndugleikarnir mugu taka støðu til.
So at siga allur flutningurin hjá Smyril Line til Russlands er frystar pelagiskar vørur.
Óvissa
Jens Meinhard Rasmussen sigur annars, at hækkandi oljuprísir og tosið um tiltøk gera støðuna rættiliga óvissa, og at fyritøkan í løtuni metir um støðuna ein dag í senn.
Høgi oljuprísurin í kjalarvørrinum av krígnum merkist væl hjá Smyril Line, sum eisini hevur broytt prísirnar fyri farmaflutningin samsvarandi.
- Men hetta er púra vanligt, og prísurin verður alla tíðina reguleraður eftir útreiðslunum, eitt nú oljuprísinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments