top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | USA gevur føroyskum politikarum innlit í sín kavbátaflota

Updated: Aug 31, 2022

– Tá góðir vinir bjóða tær heim til sín, so spyr man ikki, hví man er bjóðaður heim, sigur Jenis av Rana, nú ein amerikanskur kavbátur knappliga aftur var at síggja í Nólsoyarfirði í morgun. Hetta er partur av størri framtíðarsamstarvi millum Føroyar og USA í einum heimi við alsamt størri geopolitiskum spenningum

(Mynd📸 UMMR.fo)


Í síðstu viku hava føroyskir politikarar og embætisfólk verið umborð á amerikanska kavbátinum USS Gerogia, sum lá í Nólsoyarfirði, fyri millum annað at fáa innlit í, hvussu ein kavbátur virkar og sær út.


Men hví hava føroyingar tørv á at fáa innlit í amerikanskar kavbátar? Tað hava vit spurt Jenis av Rana, landsstýrismann um. Men hann vil ikki fortelja nærri um intentiónirnar hjá amerikanarum.

– Tað mást tú spyrja amerikanararnar um. Tað fari eg ikki at úttala meg um, sigur hann.

Spurdi tú ikki, hví tit vórðu bjóðaðir umborð?

– Hatta eru okkara góðu vinir. Tá góðir vinir bjóða tær heim til sín, so spyr man ikki, hví man er bjóðaður heim. Hatta var ein vitjan.

Hvørji eksaktu ørindini hjá kavbátinum vóru, veit landsstýrismaðurin ikki at siga, men hann heldur ikki, at høvuðsendamálið var av praktiskum orsøkum sum til dømis at skifta manning ella fáa proviant, hóast teir fingu nakað av provianti. Hann væntar hinvegin, at hetta hevur beinleiðis samband við vitjanina hjá amerikanska sendiharranum Alan Leventhal, sum hevur vitjað í Føroyum síðan mánadagin - og sum nú hevur tryggjað føroyskum politikarum og embætisfólki innlit í kavbátaflotan hjá USA.


Natúrligt at koma til Føroya

Hetta er triðju ferð í ár, at ein amerikanskur kavbátur er komin á Nólsoyarfjørð. Hin 5. mai kom USS Indiana, og 17. mai var USS John Warner her.

Fyrstnevndi skuldi skifta ein part av manningini, meðan hin kom fyri at senda ein mann á sjúkrahúsið. Amerikanskir kavbátar eru altso at síggja her við jøvnum millumbilum nú, eins og herskip eisini eru tað.

Og tað er júst sovorðni ørindi, sum USA vilja brúka Føroyar til, tí Føroyar liggja so væl placeraðar mitt í Norðuratlantshavinum í tí sokallaða GIUK-sundinum, sum amerikanarar vilja hava betri eftirlit við orsakað av nettup russiskari kavbátaferðslu. USA vil heita á Føroyar, soleiðis at teirra floti kann koma higar at fáa praktiskar tænastur sum eitt nú at skifta manning, fáa proviant, sleppa sær av við burturkast og so framvegis. Hetta við at herskipini koma í hesum ørindum er ikki nakað nýtt, men tað nýggja er, at vit nú síggja fleiri kavbátar.

– Tað er natúrligt, at teir koma til Føroya, sigur Jenis av Rana.

– Eg spurdi teir, um kavbátar í størri tali fara at koma á vitjan her í Føroyum. Teir søgdu, at hetta er nógv tann styttra leiðin hjá kavbátum, sum eru her um leiðir. Annars fara teir til Skotlands, um teir skulu á sjúkrahús, skifta manning ella fáa proviant. Tá er lættari at koma hendan vegin, og tað siga vit sjálvandi ja til, sigur landsstýrismaðurin.


Var hendan vitjanin umborð eitt slag av fyrireikandi kunningarvitjan til føroyingar, tí at amerikanarar vænta fleiri kavbátar til Føroya?

– Tað mást tú eisini spyrja amerikanararnar um, sigur Jenis av Rana, sum ikki vil siga meira um møguligu intentiónirnar við innbjóðingini.

Í staðin sigur hann okkurt meira generelt um økta strategiska amerikanska áhugan fyri Føroyum:

– Tað hevur verið meira aktivitetur bæði á landi og sjógvi, síðan vit skrivaðu undir samstarvavtaluna við USA í 2020, og hetta er ivaleyst ein partur av tí.

Sum gongdin er nú, so fer Jenis av Rana ikki at aftra seg við at bjóða fleiri amerikanskum skipum, herundir kavbátum vælkomnum.

– Eg vænti, at teir fortseta við at koma til Føroya. Vit hava gott samstarv við USA, tað ynskja vit í núverandi stjórn. Vit vilja vera vinir við USA heldur enn Russland.

Spurdur um Føroyar eru áveg at blíva eitt slag av basa fyri amerikanska herflotan, sigur Jenis av Rana nei, men at landsstýrið hevur givið greitt til kennar, at amerikanarar eru vælkomnir í føroyskar havnir.


Ikki kjarnorkuvápn umborð

USS Georgia er 170 metrar langur og er millum heimsins størstu kavbátar. Hann er partur av kenda Ohio-klassanum hjá amerikanska flotanum og er kjarnorkurikin.

Fleiri av Ohio-klassanum hava kjarnorkuvápn umborð, men hesin kavbáturin USS Georgia hevur (sum vit vita av) ikki kjarnorkuvápn, men heldur krydsmissilir, sum eru langtrøkkandi og sera neyvar missilir.

Um fleiri kavbátar hjá amerikanska herflotanum fara at koma hendan vegin, er spurningurin, um kavbátar við kjarnorkuvápnum umborð eisini fara at koma á føroyskt øki, og um tað yvirhøvur ber til at nokta teimum, um teir til dømis hava bráðfangistørv á tí.

– Kjarnorkuvápn skulu ikki inn her, sigur Jenis av Rana og vissar fyri, at eingin ætlan er um at broyta løgtingssamtyktina, sum lýsir Føroyar sum “kjarnorkuvápnafrítt øki”.

Men hvussu kanst tú vita, um komandi krígsskip ella kavbátar ikki hava kjarnorkuvápn umborð?

– Tað er ein føst avtala, sum er millum lond. Ikki bara Føroyar, men eisini onnur Norðurlond. Tá herskip koma, so sigur man, at tey eru vælkomin, bara tey ikki hava kjarnorkuvápn umborð og so víðari.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: In.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Commenti


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page