top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Væntar at vit klára at fiska kvotuna í ár

Árni Skaale, landsstýrismaður, er ikki so stúrin sum íslendingar, sum ivast í, um teir fara at fiska sína makrelkvotu, tí so lítið er fiskað higartil.

(Mynd 📸 KVF /Tróndur í Gøtu er eitt av uppsjóvarskipunum. Hóast lítið er fiskað av makrelkvotuni í ár, væntar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at klára verður at fiska kvotuna, tí vertíðin varar út í oktober.)


Íslendingar eru farnir at stúra fyri sínum parti av makrelkvotuni, tí so lítið er fiskað í ár. Ísland hevur ásett sær 16,5 prosent av heildarkvotuni. Men í ár eru bara fiskað sløk 42 prosent av íslendsku kvotuni.

Í prosentum hava íslendingar fiskað umleið somu nøgd av heildarkvotuni sum føroyingar, og teir seta nú spurnartekin við, um tað fer at standa á at fiska kvotuna, tí so lítið er fiskað higartil í ár.

Hetta reisir spurningin, um føroysku skipini kunnu koma í somu støðu, at tey ikki klára at fiska ásettu kvotuna.

Føroyar hava ásett sær 19,6 prosent av mest loyvdu veiðu, sum strandarlondini eru samd um. Talan er um sløk 156.000 tons.

Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, sum hevur ásett kvotuna, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina.

Árni Skaale segði í juni í ár, at hann væntaði, at føroysku uppsjóvarskipini verða før fyri at fiska kvotuna í ár.

(Mynd 📸 KVF /Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskimálum)


Meira enn helmingurin eftir

Enn er tó meira enn helmingurin av makrelkvotuni eftir at fiska. Higartil hava vit fiskað sløk 64.000 tons, og tað eru umleið 40 prosent av heildarkvotuni.

Spurdur, um hetta kann gerast ein trupulleiki fyri føroysk skip, at tey ikki fara at fiska alla kvotuna, sigur Árni Skaale, at tað væntar hann ikki.

- Vit hava fiskað meira enn somu tíð í fjør, so tað óttist eg ikki fyri, sigur hann.

Hann vísir á, at makrelvertíðin helst varar út í oktober, so enn er nógv tíð eftir at fiska í, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page