top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÓRSHAVNAR HAVN | Vindmátingar fyri 2025



Føroyingum dámar væl at tosa um veður og vind. Men vindur er meira enn eitt samrøðuevni fyri okkum í Tórshavnar havn.


Tá ið skip og bátar leggja at í Havn ella Kollafirði, er tað av stórum týdningi, at vindmátingarnar eru eftirfarandi. Við at skipa samskiftið við eftirfarandi dátum og tølum økja vit um trygdina.


Tórshavnar Havn fekk fyri kortum handað eina frágreiðing um vindmátingar fyri 2025.


Vindmátistøðirnar hava verið í rakstri síðan 2009. Aftur í ár eru dáturnar eftirfarandi, tí dekningurin er oman fyri 99 %. At kalla hvør dagur og hvør tími í árinum er skrásettur, og hetta gevur sostatt eina veruliga mynd av, hvussu vindviðurskiftini eru. Annar vindmátarin stendur uttast á Skansabryggjuni í Havn (við innsiglingina), og hin stendur á bryggjuni á Oyrareingjum.


Hægsta skráseting


Hægsta skrásetta hvirla í mátingartíðarskeiðnum var 46 m/s í Havn og 53 m/s á Oyrareingjum. Í 2025 lógu hvirlurnar annars millum 20 og 35 m/s – alt eftir árstíð.

Miðalvindferð


Miðalvindferðin fyri alt 2025 var millum 4 og 10 m/s, og høvuðsættirnar eru – ikki óvæntað – vestaneftir.



Nýggj mátiútgerð


Í 2024 varð mátiútgerðin dagførd. Støðin á Skansabryggjuni fekk nýggjar sensorar í apríl, og báðir sensorarnir á Oyrareingjum vórðu skiftir út í oktober. Øll kalibrering er dokumenterað og tikin við í viðgerðini av dátum, og hetta er við til at geva eina greiða og samanhangandi mynd av vindmátingunum.


Leinki til frágreiðingina


Tað er sp/f Kronos við Signari P. Heinesen, sum hevur gjørt frágreiðingina. Hana kunnu tit lesa her: Vindmátingar 2025


Við hesum kunningarskrivi heita vit annars á manningar og skiparar um at nýta heimasíðu okkara til at kanna vindin – bæði við komu og fráferð.





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Port of Tórshavn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page