top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VARÐIN PELAGIC | Túrur við Finni Fríða

Marjun starvast sum vinnu PhD lesandi hjá Varðanum Pelagic, og í hesum sambandi hevur hon verið ein túr við Finni Fríða.

Marjun var umborð í eina viku, meðan teir hava fiskað sild norðanfyri Føroyar, tætt við íslendska markið.

Á túrinum hevur hon tikið prøvar av frískum sjógvi, og sjógvi úr tangunum, har fiskurin verður goymdur. Hetta hevur eydnast sera væl.

Hon hevur fingið eina rúgvu av prøvum, ið hon fer at arbeiða víðari við á starvsstovuni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Endamálið er at uppreinsa DNA’ ið úr sjónum, greina hvørjum fiskasløgum DNA’ ið kemur frá, og síðani samanbera úrslitini við landaða fiskin til Varðan Pelagic.







(Myndir 📸 Varðin)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Varðin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page