VIDEO | 1700 tons av lodnu í einum kasti
Uppsjóvarskip rokaðust í lodnuni vestan fyri Ísland fyrst í mánaðinum. Eitt nú fekk grønlendska uppsjóvarskipið, Polar Amaroq, 1700 tons av lodnu í einum kasti
(Mynd 📸 Sigmund av Teigum)
3. mars bóru uppsjóvarskipini við lodnu tætt við Reykjanes vestan fyri Ísland.
Millum skipini var grønlendska uppsjóvarskipið. Polar Amaroq.
Føroyingurin, Sigmund av Teigum, siglir sum dekkari við Polar Amaroq.
Hann fangaði løtuna, tá Polar Amaroq gjørdi sítt størsta kast higartil.
1700 tons av londu vóru í, tá nótin koma á borði.
Polar Amaroq noyddist at lata øðrum skipum í økinum burturav, fyri at fáa alla lodnuna í kastinum til høldar.
Góður fiskiskapur
Sigmund av Teigum sigur, at fiskiskapurin var sera góður fyrst í mánaðinum. Lastin bleiv fylt hvønn túrin, hóast stórur munur var á tonsatali alt eftir, hvat fiskurin skuldi brúkast til.
"Skal lodnan brúkast til rogn, so var mesta nøgdin umboð 1000-1200 tons, tí tá skal køling vera á, og tá skal tað vera minst 30 prosent vatn í tangunum. Seinasta túr tóku vit 2200 tons, og tá royna vit at lensa (pumpa) alt vatnið úr tangunum soleiðis, at meira fiskur fæst í. Men tá verður lodnan brúkt til fiskamjøl."
Grønlendsku skipini, sum vóru á leiðini og fiskaðu, vóru Polar Amaroq og Polar Ammassak hjá reiðarínum Polar Pelagic, og Tasiilaq hjá hjá Royal Greenland, sum er gamli Christian í Grótinum.
Polar Pelagic hevði fingið tillutað 37.000 tons og fiskaði alla sína kvotu, men Royal Greenland fiskaði bara helvtina av teimum 21.000 tonsunum, ið reiðaríið hevði fingið tillutað.
"Vit gjørdu seks túrar, og stytsti túrur var bara tríggjar tímar á fiskileið, 1000 tons í einum háli, og so við fullari last til Pelagos í Fuglafirði at landa til matna."
Sigmund av Teigum er dekkari og pakkamaður, tá fryst verður, umborð á grønlendska uppsjóvarskipinum Polar Amaroq (privatmynd)
Polar Amaroq landaði tríggjar ferðir til Pelagos, einaferð til Havsbrún, og so tríggjar ferðir til íslendsk virkir.
"Geir Zoega, skiparin umborð á Polar Amaraq, ið er íslendingur, hevði íalt 23 køst á seks túrum. Teir fingu í miðal meira enn 600 tons í hvørjum kasti, sum má sigast vera framúr gott. Besta árið hjá honum nakrantíð í lodnuni," sigur Sigmund av Teigum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios