VIKMAR | Sjókortdeildin á Umhvørvisstovuni forfylgdi okkum
- Eva Andrésen
- 12 minutes ago
- 1 min read
Tað eru longu 7 ár síðan báturin kom til landið, men tað hevur verið ein long og strævin tíð. Tað sigur Jan Hammer Egholm, stjóri í Vikmar

(Mynd 📸 Vikmar)
Tað var ómetaliga spennandi, men seinastu 3 árini hava verið strævin og minni spennandi og eisini hildið Vikmar aftur við ætlanum, sum vóru við bátinum.
- Tað byrjaði við at teir royndu at seta fútabann fyri at vit kundu loysa bátin, tí okkara virksemið var til vanda fyri hernaðarligu trygdina í danska kongaríkinum, sigur Jan Hammer Egholm, stjóri í Vikmar.
Jan greiðir soleiðis frá:
Hetta søgdu teir seg gera, tí tað var danska verjan, sum átti havbotnin her og ikki nokk við tí, nú skuldi privat, í koloniini Føroyar, savna botndata inn fyri Donsku verjuna fyri einki!
Hetta var alt nakað, sum var fylgja av "yvirtøku" sum ikki er ein "yvirtøka" men ein deild, sum arbeiðir fyri einki fyri donsku stjørnuna og verjuna.
Alt hetta er at takka Sirið Stenberg fyri, sum setti hesa deild á stovn (ikki yvirtók nakað sum tey vilja vera við)
Tá teir ikki fingu veðhald í fútabanninum, valdi teir at stevna okkum og eftir heili 3 ár við almennari forfylging, hava beurokratarnir trekt stevningina aftur.
Hetta hevur kosta okkum sera nógv, bæði so og so!
- hetta hevur lært meg, hvat tað er fyri verulig alment og politiskt svans sum fyrigongur her og at fólk lættliga kunnu blíva dømd sek av órættvísi, um tey ikki berjast fyri sínari søk, sigur Jan Hammer Egholm.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vikmar
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments