top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Vinnuháskúlin og Mærsk samstarva um aspirantskipan

4 minutes ago
1 min read


Vinnuháskúlin hevur eitt sera spennandi samstarv við Mærsk um eina aspirantskipan, sum kann gerast byrjanin til eina altjóða yrkisleið á sjónum. Í farnu viku hevði Mærsk samrøður við møguligar nýggjar aspirantar, sum hava áhuga í at gerast maskinmeistarar ella skipsførarar.



Samstarvið gevur lesandi møguleika at knýta samband við reiðaríið tíðliga í útbúgvingini og leggja lunnar undir sína framtíðar yrkisleið. Aspirantskipanin minnir um lærlingaskipanirnar, vit kenna á landi: skúlagongd og verklig upplæring ganga hond í hond, og lesandi fáa høvi at royna sína fakligu vitan í verki umborð.



Hjá maskinmeistaraaspirantum snýr upplæringin seg um teknisku síðuna av skipsrakstrinum. Teir fáa innlit í millum annað eftirlit, viðlíkahald og rakstur av maskinum og tekniskum skipanum. Hjá skipsføraraaspirantum er denturin á navigatión, vaktarhaldi á brúnni og dagliga rakstrinum av skipinum.


Báðar leiðirnar geva møguleika at menna fakligan førleika, læra at taka ábyrgd og samstarva við starvsfelagar úr ymiskum londum. Við útbúgving og royndum ber til at arbeiða seg víðari fram móti størvum sum maskinstjóri ella skipsførara.



Samrøðurnar í farnu viku vóru eitt ítøkiligt stig í samstarvinum. Fyri tey, sum droyma um eina framtíð á sjónum, kann aspirantskipanin gerast sambandið millum útbúgvingina á Vinnuháskúlanum og arbeiðslívið hjá Mærsk.




(Myndir 📸 VH)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: VH

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page