top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VINNUHÚSIÐ | Nýggjar mannagongdir fyri útflutning til Stóra Bretlands

Frá 1. januar 2022 skulu fyritøkur, sum útflyta eitt nú fiskavørur, fiskamjøl ella fóður til Bretlands, verða skrásettar í ensku innflutningsskipanini IPAFFS, og krav verður samstundis um, at sendingar skulu fráboðast í skipanini. Seinni í 2022 verða onnur krøv sett í gildi.

Síðani Bretland fór úr ES 1. januar 2021 hevur bretska umsitingin arbeitt við at fáa greiðu á, hvussu heilsufrøðiligu krøvini og mannagongdirnar skulu vera fyri innflutningi av vørum av animalskum uppruna, herundir fiskavørum. Tað hevur víst seg, at skipanirnar ikki hava verið klárar at seta í verk, og tí hevur í fleiri umførum verið neyðugt at útseta íverksetanina av krøvunum. Frá 1. januar 2022 verður tó krav um, at útflytarar skulu skráseta seg í talgildu innflutningsskipanini Import of products, animals, food and feed system (IPAFFS), eins og neyðugt verður við pre-notifikatión í skipanini í minsta lagi 4 tímar áðrenn sendingin kemur til Bretlands. Í tíðarskeiðnum frá 1. juli til 1. november 2022 verður krav um heilsuváttan og heilsufrøðiligar kanningar við markið sett í gildi fyri ymiskar vørubólkar. Fyri fiskavørur verður kravið galdandi frá 1. november 2022. Lesið meira um krøvini og finnið leinki og vegleiðingar til skráseting v.m. her

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vinnuhúsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page