top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

ATLANTIC FAIR | Klaksvík eisini karmur um Atlantic Fair í 2024

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu og stjórin á Atlantic Fair undirskrivaðu sáttmála. Atlantic Fair verður næsta ár í Klaksvík fyri sjeyndu ferð.

(Mynd 📸 Klaksvik.fo)


15. februar 2024 hittust Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, har teir skrivaðu undir sáttmála, ið tryggjar Klaksvíkini rættin at hýsa Atlantic Fair eitt ár afturat.

- "Tað hevur stóran týdning, at kommunan áhaldandi arbeiðir við at skapar góðar karmar til vinnulívið, soleiðis at fyritøkur í kommununi kunnu samstarva og netverka við veitarar og kundar."

Hetta sigur Karl Johansen, borgarstjóri, ið fegnast um møguleikan.


Seinastu árini hevur stóra tiltakið verið á skrá í ítróttarhallunum í býnum, og hevur tað fingið nógvar fyritøkur og nógv fólk til Klaksvíkar


Áki í Skemmuni, stjóri fyri ráðstevnuna, sigur við klaksvik.fo, at umstøðurnar í Klaksvík at hava slíkar vinnu- og sølu stevnur eru sera góðar. Eftirspurningurin frá framsýnarum at er sera stórur og stevnan hevur eisini verið væl vitjað øll árini, sigur Áki.


Atlantic Fair verður í døgunum 28. - 30. mai 2024 í Klaksvík. Tað verður sjeynda árið, at stóra tiltakið verður á skrá í Klaksvík.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page