top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BAKKAFROST | Nú verður tað veruleiki: 400 uppsøgnir í jólagávu!

-Er einki drastiskt hent tá oktober mánaði er liðugur, so verða ongir nýggir sáttmálar gjørdir við nakrar kundar, og tískil verður heldur einki arbeiði meira hjá okkum.

Allir sáttmálar hjá Bakkafrost verða gjørdir í september og oktober, og vit hava ongar sáttmálar gjørt enn, sigur Emily á Reynatrøð.

(Mynd 📸 eyp.fo)


So bersøgin er Emily, sum nú av berari neyð er noydd at loysa frá posabandinum.

Hon er álitisfólk og traðkar fram sum starvsfólkaumboð fyri tey gott 400 starvsfólkini á portiónframleiðsluna á Bakkafrost á Glyvrum.


Eg eri vís í, at vit verða uppsøgd um sum er, at eingin sáttmáli er komin í hús tá ið oktober mánaði er liðugur.


Nú kann hvørki tann politiska skipanini ella aðrir miðlar goyma seg meira og kallað útsøgninar fyri “hóttanir”. Nú er veruleikin beint á gáttuni, sigur Emily.


Tað eru tískil døpur útlit fyri fleiri famlijur, nú teirra arbeiðspláss verður tikið frá teimum. Nógv av teimum sum arbeiða á portiónframleiðsluna eru kona og maður og hava arbeitt har í fleiri ár. Hetta fer tí at raka fleiri familjur sera hart.


Hóast ótalligar ávaringar og inniligar umbønir, hevur eingin lurta eftir teimum og eingin í politisku skipanini tikið tey fyri fult.


Tað snýr seg um broytingina av tøkugjaldinum í alivinnuni, sum var samtykt á løgtingi í mai í ár.


Prísurin á tøkugjaldinum verður nú ásettur av landsstýrinum. Ein prísur, sum tey vænta at alivinnan (les: Bakkafrost) fer at selja fyri. Áður var tað ein fastur prísur, sum alivinnan kundi fyrihalda seg til. Men so er ikki longur, og óvissan er nú áveg at seta síni spor.


-Tað er ikki realistiskt í mun til portiónframleiðsluna, sigur Emily. -Tí sum nú er, so fær Bakkafrost ikki gjørt sáttmálar í verandi støðu undir verandi lóggávu. Tað ber slett ikki til at gera sáttmálar, sum geva undirskot! Tað skilja øll sum arbeiða í privatu vinnuni. Og tað skilja vit arbeiðsfólkið eisini væl.


Tað er ikki tað, at Bakkafrost ikki vil gjalda, sjálvandi vilja tey tað, men hetta við tøkugjaldinum riggar bara ikki. Tað síggja øll sum eru í vinnuni. Høvdu teir (les: politikkarnir) bara vilja farið aftur til tað gomlu skipanina, so var ílagi.


-Tað følist sum at vit nú sita á deyðsgongini, og bara bíða inntil vit verða avrættaði Emily á Reynatrøð, álitisfólk og starvsfólkaumboð fyri tey gott 400 starvsfólkini á portiónframleiðsluna á Bakkafrost á Glyvrum

Bara í VAP framleiðsluni á Bakkafrost (tað er har framleitt verða portiónum á virkinum) við teimum 400 starvsfólkunum, verða 150 milliónir útgoldnar í lønum hvørt ár. Og av teimum vera gott 40% goldnar í skatti til kommunu-og landskassan.


Harafturat kemur landskassin at missa allar milliónirnar, sum skuldu koma inn í kassan av tøkugjaldinum, men sum nú, eftir at hesi 400 starvsfólkini verða uppsøgd, ikki verður aktuelt meira.


Tá er avleidda vinnan ikki tald við, so sum flutningur v.m.

So tað verða ein risa upphædd, sum Føroyar koma at missa í mestsum einum høggi um stutta tíð.


So hetta verður ein álvarsligur smeitur fyri bæði kommunukassar og serliga landskassan í framtíðini. Ein landskassi, sum í dag bløðir, og longu hevur stórt hall.


Men serliga verður tað Eysturoyggin og Norðoyggjar, sum koma at føla sviðan av øllum uppsøgnunum og tí sum har fylgir við.


-Tað følist sum at vit nú sita á deyðsgongini, og bara bíða inntil vit verða avrættaði!, sigur ein hugtung Emily á Reynatrøð at enda við Eysturoyarportalin.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: eyp.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page