top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BAKKAFROST | Regin Jacobsen – Hetta fer at hava stórar avleiðingar

Tað er í morgin at tøkugjøldini fyri alivinnuna verða samtykt í løgtinginum til 3. viðgerð.

(Mynd 📸 eyp.fo)


Við Eysturoyarportalin sigur Regin Jacobsen í stuttari viðmerking í kvøld; at hetta fer at hava stórar avleiðingar – bæði á íløgur og góðskingina. Íløgurnar mugu minkast og víðarivirkingin kann ikki halda fram sum nú.


Samgongan hevur avgjørt, at fyri at fíggja vælferðarsamfelagið, so mugu tey taka pening úr vinnuni. Men úrslitið av tí, verður sambart fyrrverandi løgtingsmanni, at áleið 300 ársverk hvørva í einum høggi.


Úrslitið verður, at Bakkafrost á Glyvrum kemur at hava trupulleikar at gera sølusáttmálar og at fólk verða send til hús í hópa talið.


Skálafjørðinum verður tískil hart raktur og verður tað ikki bara Eysturoyggin og norðurøkið sum koma at føla sviðan, men alt samfelagið sum tað er.


Løgtingsfundurin verður mikudagur, 17. mai 2023, kl. 10:00, har 3. viðgerð um tøkugjaldið er 4. mál á skrá.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Eysturoyarportalurin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page