top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Ferðslan um Reyða Havið økist aftur

4 minutes ago
1 min read


Eftir fleiri ár við óvissu og trygdaravbjóðingum er ferðslan um Reyða Havið nú aftur í vøkstri.


Nýggj tøl vísa, at serliga bingjuskipini eru farin at venda aftur til siglingarleiðina gjøgnum Suez-veitina og Bab el-Mandeb-sundið.


Sambært Red Sea Brief hjá Lloyd’s List Intelligence var september 2026 tann mánaðurin við mest ferðsluni fyri Suez-veitina síðani desember 2023. Ferðslan ígjøgnum veitina vaks 21 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør, meðan bingjuflutningurin vaks heili 40 prosent frá august til september.


Sama gongdin sæst hjá altjóða reiðaríum, sum í vaksandi mun velja styttru leiðina gjøgnum Reyða Havið fram um siglingina kring Cape of Good Hope í Suðurafrika.


Sambært greiningarfyritøkuni Xeneta er flutningsorkan á leiðunum gjøgnum Reyða

Havið tvífaldað seinastu seks vikurnar.


Hóast gongdin er jalig, er ferðslan framvegis væl undir støðinum frá tíðini undan kreppuni. Tøl frá Lloyd’s List Intelligence vísa, at ferðslan framvegis liggur 39 prosent undir støðinum undan Houthi-álopunum, sum byrjaðu í 2023.


Serfrøðingar meta tó, at økta skipaferðalan um Reyða Havið kann fáa stóra ávirkan á altjóða farmaprísir og veitingarkostnað komandi árið, tí styttri siglingarleiðir geva vanligt lægri kostnað fyri kundan.





(Mynd: Wix)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Lloyd’s List Intelligence, Xeneta, AJOT.

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page