top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Tórshavnar kommuna mælir frá broytingum í havnargjøldum

4 minutes ago
1 min read


Tórshavnar kommuna hevur sent Løgtinginum eitt mótmælisskriv í sambandi við uppskotið um broytingar í lógini um havnargjald, brúgvagjald og vørugjøld.


Í skrivinum verður dentur lagdur á, at Tórshavnar havn í nógv ár hevur gjørt stórar íløgur í at menna havnina og tryggja góðar umstøður hjá bæði farmaskipum og Strandfaraskipum Landsins (SSL).


Sambært kommununi eru gjøldini á havnini grundað á veruligar rakstrar- og íløgukostnaðir og eru ikki ætlað at geva óvanliga stóran vinning.


Kommunan vísir eisini á, at útbyggingarnar hava havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið sum heild, tí tær hava gjørt tað møguligt at taka ímóti størri skipum og tryggja ein effektivari farmaflutning.


Ein samd havnanevnd og eitt samt býráð hava tí einmælt samtykt at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Sambært kommununi eigur Tórshavnar havn framvegis at fáa tey gjøld, sum eru avtalað fyri tær tænastur, havnin veitir.







(Mynd 📸 Tórshavnar Havn)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Tórshavnar Kommuna

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page