FISKAALING | Ráðstevnan Vitan til Varandi Aling
Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 20. oktober 2023
Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Tað er á øðrum sinni, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling. Í 2021 hevði koronastøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd. Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og hava sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.
Skráin er skipað við trimum blokkum. Blokkarnir eru:
- Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð. - Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum. - Aling, búskapur - og samfelagsviðurskifti: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum. Luttøkugjaldið er 1.950,00 kr. (u/MVG) fyri hvønn luttakara. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.fo. Freistin er hósdagin 12. oktober.
Skráin:
09:30 Innskriving og lættur morgunmatur 10:15 Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, bjóðar vælkomin 10:25 Lús og fiskavælferð 10:30 Dybdebasert forebygging mot lus – effektivitet og velferd ved bruk av skjørt, snorkel og nedsenkning satt i perspektiv mot dagens avlusing Frode Oppedal, Institute of Marine Research, Norway 10:50 Mekaniskar viðgerðir og sjúkur í alilaksi Debes Hammershaimb Christiansen, Heilsufrøðiliga starvsstovan 11:10 Can we boost lumpfish welfare and survival through nutrition? Jessica Di Toro, University of Stirling / Fiskaaling 11:30 Kunning kemur seinni
12:00 Døgurðasteðgur
13:00 Veðurlagsavbjóðingar 13:05 Broytingar í hita og saltinnihaldi á Landgrunninum Karin Margretha H. Larsen, Havstovan 13:25 Ferðingarmynstur og stutttíðarútlit hjá uppisjóvarstovnum Eydna í Homrum, Havstovan 13:45 Phytoplankton functional diversity Sirpa Lehtinen, Finnish Environment Institute (Syke) 14:05 Gelatinous zooplankton monitoring Amanda Vang, Fiskaaling
14:25 Kaffisteðgur
14:55 Aling, búðskapur og samfelag 15:00 Avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri alivinnuna: Eitt dømi úr Noregi Unn Laksá, Sjókovin 15:20 Hvat kostar lúsin? Ein meting av búskaparligu avleiðingunum Magni Laksafoss, Sjókovin 15:40 Transparency and Social Acceptance of Aquaculture. The Norwegian Sustainability-in-Aquaculture Web-portal Eirik Mikkelsen, Nofima, Norway 16:00 Analysis of the economic performance of salmon aquaculture in the Faroe Islands Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetur Føroya
16:20 Samanumtøka
16:30 Hugnaløta
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Skráin dagførd tann 26/09-2023 --- Luttøkugjaldið er 1.950,00 kr. (u/MVG) fyri hvønn luttakara. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.fo. Freistin er hósdagin 12. oktober.
(Mynd 📸 Fiskaaling.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskaaling
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント