top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FISKAMARKNAÐURIN | Rokna við útróðri í vikuni

Streymurin er brúkiligur, og veðrið verður hampuligt

(Mynd 📸 KVF.fo)


Eitt línuskip, sum var á Flemish Kap, fiskar nú kalva á Grand Bank. Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum. Tað fiskar tosk og svartkalva. Eitt er sunnanfyri. Tað fiskar mest longu. Og trý ísfiskalínuskip eru við Føroyar. Streymurin er brúkiligur, og veðrið verður hampuligt, so Fiskamarknaðurin roknar við útróðri nú í vikuni. Fiskaríið hjá útróðrarbátunum er smáligt. Tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari fiska svartkalva. Fýra pør fiska upsa Um partrolarar verður sagt, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Tvey pør og ein trolari fiska gulllaks. Fýra trolbátar eru á landleiðini og fiska flatfisk, tosk og hýsu. Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu. Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð hjá tí er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page