top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FRAMHERJI | Virksemi og Framtíðarætlanir

1. mars 2022 hevði Eysturoyar vinnulívsfelag ársaðalfund í Fuglafirði. Fundurin var í nýggju hølunum hjá Framherja og stjórin Anfinn Olsen, endaði fundin við eini framløgu um virksemið og framtíðarætlanir hjá Framherja. Sí frágreiðing frá framløguni niðanfyri:


Anfinn Olsen byrjaði sína framløgu við at greiða frá nýggju hølunum hjá Framherja. Skrivstovan hjá Framherja flutti inn í umvælda bygningin í Fuglafirði í 2020. Tá man kemur inn í umvælda bygningin, kemur man inn í eina stóra, snotiliga forhøll, har tað er høgt upp undir loftið.


Flotin hjá Framherja telur seks skip og 150 mans eru knýttir at skipunum. Leiðslan ynskti at allir mans skuldu rúmast í høllini í nýggju hølunum. Dagliga eru tey 6-7 starvsfólk í bygninginum. Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur staðið fyri umbyggingini av stásiligu hølunum hjá Framherja.


Síðani greiddi Anfinn frá nýggja Akraberg. Framherji eigur skipini, Stapin, Skørin, Jógvan I., Høgaberg, Fagraberg og Akraberg. Akraberg, sum Framherji hevur í dag, er nummar trý í røðini, hann hevur fiskað væl og síðan 2013 hevur Akraberg fiskað 53.991 tons har megin parturin er toskur. í 2020 varð sáttmáli um at byggja nýggjan verksmiðjutrolara undirskrivaður.


Skrokkurin á nýggja Akraberg er bygdur í Rumenia, síðani er hann sleipaður til Norra, har hann verður liðugt bygdur. Akraberg verður liðugur í juni/juli í ár. So væntandi ger núverandi Akraberg eini tveir túrar afturat.


Fleiri fyrimunir verða við nýggja Akraberg í mun til tann gamla. Millum annað fer framleiðsluorkan á verksmiðjuni frá 82 tonsum upp í 105 tons um dagin. Lastin fer frá 910 tonsum til 950 tons. Eisini kann nýggi Akraberg hava livandi fisk umborð.

Akraberg fiskar eisini rækjur. Nýggi Akraberg kann fiska við trimum trolum í mun til tvey á gamla Akraberg. Royndir vísa at hetta økur fiskaríið við 50%. Nýggi Akraberg hevur ein kókara umborð og væntandi verða 40% av rækjunum kókaðar umborð. Gamli Akraberg brúkar 294 da


gar um at fiska kvotuna av toski, nýggi Akraberg brúkar 242 dagar at fiska somu kvotu. Síðstu 52 dagarnar kann nýggi Akraberg soleiðis brúka uppá rækjuveiðu.


Anfinn segði at ein grund til at gera íløgu í nýtt skip er sjálvandi at økja um inntøkuna hjá felagnum, men tað eru eisini aðrar grundir, ein av teimum er grøna leiðin. Skipið hevur hybrid battarískipan og skipið er ljóðleyst, tá tað liggur í havn.


Til seinast var spurt um støðuna í Evropa í dag, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Framherji selur einki beinleiðis til Ukraina ella Russland, men Pelagos sum uppisjóarskipini hjá Framherja landa til, hevur selt til hesi londini og má tí finna aðrar marknaðar fyri sildina og makrelin, segði Anfinn Olsen.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page