top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

GroAqua styrkir seg á norska marknaðinum

GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida.


Havida, sum hevur høvuðssæti í Brønnøysund í Norra, er ein álítandi tænastu veitari til alivinnuna í Norra, og røkkur við síni staðseting alivinnuna í mið- og norður Norra. Felagið hevur egna menning og framleiðslu av tøkniligum loysnum til alivinnuna.


- Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at selja okkara vørur og tænastur á norska marknaðinum, og við hesum uppkeypinum fáa vit sett munandi meira ferð á hesa tilgongd, sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua.


- Harumframt fáa vit fleiri dugnalig starvsfólk inn í okkara toymi, sum koma at betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á.


GroAqua er heildarveitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið leggur stóran dent á menning av loysnum, sum hjálpa alarum kring heimin við vøkstri og burðardyggari aling.


- Í samanlagda felagnum koma omanfyri 100 dugnalig starvsfólk við servitan at arbeiða, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen. 


GroAqua hevur virkað á Føroyska marknaðinum síðan 1972, og síðstu árini er virksemi víðkað uttanlands við deildum í Skotlandi, Póllandi, Danmark og nú eisini Norra.

Tað er P/F Tjaldur, sum eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.


(Myndir 📸 GroAqua)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: GroAqua

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page