top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

GRØNLENDSKA LANDSTÝRIÐ | Føroysk farmaskip sleppa ikki at sigla farm til Grønlands fyribils

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Flutningsfelagið Royal Arctic Line hevur, sum nú er, einkarrætt uppá farmaflutning til Grønlands, og grønlendska landstýrið hevur ongar ætlanir um at strika einkarrættin.

(Mynd 📸 KVF)


Ongar ætlanir eru um at liberalisera sjóvegis farmaflutningin til Grønlands.


Tað upplýsir grønlendska landstýriskvinnan í samferðslumálum, Mariane Paviasen, í tí sum svarar til ein grein 52 spurning í Føroyum.


Føroysk farmaskip sleppa í løtuni ikki at sigla farm til Grønlands, tí flutningsfelagið Royal Arctic Line hevur einkarrætt uppá farmaflutning til Grønlands.


Og grønlendska landstýrið hevur ongar ætlanir um at strika einkarrættin. Landstýriskvinnan var spurd, um nakrar ætlanir vóru at liberalisera sjóvegis farmaflutningin til Grønlands.

Helgi royndi at ávirka

Í fjør vendi Helgi Abrahamsen, fyrrverandi landstýrismaður í vinnumálum, sær eisini til grønlendska landstýrið, fyri at kanna møguleikarnar at føroysk skip kundu sigla til Grønlands við farmi.


Helgi Abrahamsen segði tá, at tað kundi ikki vera rætt, at grønlendsk farmaskip kunnu sigla til Føroya, meðan føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla til Grønlands.


Men onki verður broytt, sigur grønlendska landstýriskvinnan í samferðslumálum.


- Tað eru ongar ætlanir um at bróta einkarrættin hjá Royal Arctic Line. Spurningurin um liberalisering á farmaleiðini er ikki viðgjørdur í nýggjari tíð, og tí er ógreitt um tað hevði verið samfelagsgagnligt við meira enn einum veitara á leiðini, sigur Mariane Paviasen.


Grønlendska sjálvstýri eigur Royal Arctic Line.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Комментарии


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page