top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

HAGSTOVA FØROYA | Fiskavøruútflutningurin yvir 11 milliardir

Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør.

(Mynd 📸 Hagstova Føroya)


Um hugt verður eftir seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári.

Átta fyrstu mánaðirnar í 2022, varð útflutt fyri 8,0 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 39% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14%, meðan virðið er hækkað 43%. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25%. Sama gongd sæst fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 8 mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51%, 27% og 69%. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25% til 33% í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.



Útflutningurin til Russlands var 58,7 milliónir krónur í august 2022. So at siga alt var olja og aðrar vørur til russisk skip.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 則留言


訪客
2022年10月21日

Gott fyri Føroyar :)

按讚

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page