top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAVNAR BJARGINGARFELAG | Den A.P. Møllerske Støttefond stuðlar Rescue LÍV

Í sambandi við, at bjargingarbáturin Rescue LÍV skal høvuðsumvælast og uppstigast í næstum, hevur nevndin í danska grunninum Den A.P. Møllerske Støttefond játtað at stuðla verkætlanini við 3 mió. krónum.

(Mynd 📸 VP.fo)


- Vit í Havnar Bjargingarfelag, sum reka Rescue LÍV, eru grunninum sera takksom fyri henda stórfingna stuðulin til sjálvbodnu sjóbjargingina í Føroyum.


- Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at verða á leið 11 mió. krónur, so stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond hevur stóran týdning fyri, at verkætlanin verður veruleiki.


- Meginparturin av írestandi upphæddini upp til tær 11 mió. kr. hava Føroya Landsstýrið og Tórshavnar Kommuna áður veitt, soleiðis at samlaða verkætlanin nú kann fremjast.


- Í august mánað verður Rescue LÍV sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram. Gongur sum ætlað, verður farið aftur eftir bátinum í mai mánað komandi ár.


- Meðan Rescue LÍV er í Svøríki, hevur Norðoya Bjargingarfelag lánt Havnar Bjargingarfelag bjargingarbátin Arun, sum er gamli Ziska, sigur Havnar Bjargingarfelag.


Um Havnar Bjargingarfelag: Havnar Bjargingarfelag var stovnað í 1957 eftir, at íslendski trolarin Goðanes fór á land á Flesjunum í ringum veðri 2. januar 1957. Felagið hevur sostatt 66 ár á baki og hevur neyvan nakrantíð verið so virkið, sum tað er í dag.


Felagið varðar av rakstrinum av Rescue LÍV, har oman fyri 30 fólk eru knýtt at bátinum. Rescue LÍV hevur í miðal 30 til 40 útkall um árið, og røkir mest sum burturav allan sjúkraflutning millum Nólsoynna og Havnina umframt at boð eisini eru eftir bátinum, tá øðrum bátum tørvar hjálp.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: VP.fo

Logo
Logo
Logo


Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page