top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

HAVSTOVAN | Vit eru í holt við at oyða toskastovnin á landsgrunninum

Ein bjargingarætlan setast í verk beinanvegin, fyri at bjarga toskastovninum á føroyska landgrunninum. Tað eru boðini frá Havstovuni í nýggjasta tilmælinum

Toskastovnurin á landgrunninum er um at verða oyddur, sigur Havstovan (Mynd 📸 Bjarni Árting Rubeksen)


Ongantíð áður hevur gýtingarstovnurin av toski á føroyska landgrunninum verið so lítil sum nú.

Tað staðfestir Havstovan í nýggjasta tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024, sum Havstovan Fiskimálaráðnum lat úr hondum 12. desember.

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, er deildarleiðari á Havstovuni. 

 

Endurbyggingarætlan má setast í verk

Umsitingarætlanin, sum løgtingið hevur sett í verk, sigur annars, at vanliga verða fiskidagarnir bara broyttir við fim prosentum hvørja ferð.

Men hetta er ikki nóg mikið hesaferð.

Tí mælir Havstovan til at minka fiskidagarnar hjá línu-, snellu- og trolbátum við 20 prosentum, og at minka fiskidagarnar hjá partrolarum og lemmatrolarum við 10 prosentum.

Hetta er partur av einari serligari endurbyggingarætlan fyri toskastovnin.

 

----

Skipabólkar og onnur skip

Ein partur av fiskiflotanum er býttur upp í hesar høvuðsbólkar:

  • Bólkur 2: Trolarar yvir 500 hestakreftir

  • Bólkur 3: Línuskip yvir 110 bruttotons

  • Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons

  • Bólkur 4 er býttur í 4 og 4T.

  • Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu

Umframt skip og bátar, sum eru í bólki 2-5, eru skip, sum fáast við aðra veiðu, eitt nú garnaskip, skip, sum fáast viðskeljaveiðu og krabbaveiðu, ídnaðarskip og uppsjóvarskip.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page