Hvalbiar Kommuna | Hamranes og Breiðanes aftur á Hvalbiarfirði
- Eva Andrésen
- 2 days ago
- 1 min read
Hvalbiar kommuna skrivar á sínari Facebook síðu:
Gleðiligt at síggja Hamranes og Breiðanes aftur á Hvalbiarfirði, nú teir eru komnir heim úr Thyborøn eftir umfatandi dagføringar, arbeiðið hevur tikið 6,5 mánaða.

Hvalbiar Kommuna vil takka leiðsluni og starvsfólkum á flakavirkinum fyri tað megnar arbeiði, har tað hevur eydnast at halda virkið koyrandi alt árið. Hettar hevur verið við til at tryggja arbeiðspláss og ikki minst, trivnað í sóknini.
Kommunan ynskir flakavirkinum bestu eydnu við virkinum framyvir. Samstundis verður ynskt Hamranes og Breiðanes góðan fiskiskap.
(Mynd: Hvalbiar Kommuna)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hvalbiar Kommuna
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #portofvagur #portsoffaroeislands #portofvágur #faroeislands #sailing #sailboats #cruisefaroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
Fylg LinkedIn #'s:
Comments