top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

JARÐFEINGI | Jarðfrøðingar hittast í Føroyum um havbotnin í Europa

Jarðfeingi er vertur fyri stórum fundi um kortlegging av evropeiskum havbotni í døgunum frá 23. til 25. mai. Fundurin er partur av verkætlanini EMODnet Geology, har eini 65 luttakarar úr yvir 30 strandalondum í øllum Evropa luttaka.

(Mynd 📸 Jarðfeingi.fo)

Emodnet hevur sum endamál at savna og vísa dátur frá havøkjum í Evropa í sambandi við havdýpi, jarðfrøði, lívfrøði og mong onnur evni. Fundurin, sum verður hildin á Hotel Føroyum, savnar jarðfrøðistovnar frá strandalondum í øllum Evropa, og fundurin snýr seg um at vísa jarðfrøðina á havbotninum, sum øll londini savna til verkætlanina.

Verkætlanin EMODnet er fíggjað av ES, og úrslit frá samstarvinum síggjast millum annað á portalinum hjá verkætlanini: https://emodnet.ec.europa.eu.


Verkætlanin hevur savnað kortini yvir havbotnin í einum teldutøkum atlassi við heitinum “European Atlas of the Seas”, har tað ber til beinleiðis at síggja dátur, sum í løtuni eru tøkar hjá øllum at síggja.

Hósdagin 25. mai fer ferðalagið ein túr til Vágarnar, Streymoynna og Eysturoynna, fyri at kunna seg um serstaka landslagið og jarðfrøðina í Føroyum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Jarðfeingi.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page