top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

JARÐFEINGI | Rosebank kann fáa týdning fyri Føroyar

-Feløgini handan Rosebank kolvetnismiðið, umframt onnur feløg eisini, fara at hyggja eftir møguleikunum fyri kolvetni í grannlagnum av Rosebank, herundir í føroyskum øki, sum liggur minni enn 10 kilometrar frá feltinum sigur stjórin á Jarðfeingi.

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi heldur, at útbyggingin av Rosebank kelduni so tætt við Føroyar kann fáa stóran týdning fyri føroysku orkuframtíðina. (Mynd 📸 Jan Müller)


Nú bretskir myndugleikar hava givið endaligt loyvi til útbygging av risastóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar og orkufeløgini Equinor og Ithaca Energy hava tikið avgerð um at gera stóra íløgu í verkætlanina er væl hugsandi, at henda nýggja gongdin á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar eisini kann fáa týdning fyri roydirnar at fáa feløg at taka uppaftur leitingina eftir kolvetnum í føroyskum øki.


Jarðfeingi hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika fleiri útbjóðingarumfør til oljuleiting eins og kanna og greina tilfar og data um føroysku undirgrundina. Her nakrir av serfrøðingunum á Jarðfeingi til eina oljumessu saman við táverandi oljuráðharranum, Poul Michelsen. Tað var eisini í hesum sambandi, at hann sum landsstýrismaður tók stig til at ajourføra skattatreytirnar til oljufeløg við at avtaka royalty uppá 2%, til tess at skapa beri fortreytir fyri oljufeløg at gera íløgur her. (Mynd 📸 Jan Müller)

Tað heldur í hvussu er stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, sum stendur á odda fyri fyrireikingunum til framtíðar leiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum. Hann sigur í eini viðmerking til tíðindini í morgun um Rosebank:

-At Rosebank er góðkent at fara undir framleiðslu av gass og olju merkir í fyrsta lagi, at Bretland metir tað framvegis er neyðugt at framleiða kolvetni í Evropa, og ikki bara lata londini í miðeystri standa fyri at veita marknaðinum hesa framvegis alneyðugu vøru. Og heldur fram:

-Tað er vanligt, at feløg fara at leita eftir sjálvt smærri kolvetnismiðum nær eitt størri felt, so íløgan í infrastrukturin verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Hetta merkir, at feløgini handan Rosebank kolvetnismiðið, umframt onnur feløg eisini, fara at hyggja eftir møguleikunum fyri kolvetni í grannalagnum av Rosebank, herundir í føroyskum øki, sum liggur minni enn 10 kilometrar frá feltinum.


Her síggja vit økið, sum Jarðfeingi vegna Føroya bjóðar oljufeløgunum til at leita eftir kolvetnum. Her sæst eisini, hvussu tætt við føroyska landgrunnin keldurnar bretsku megin liggja.


Framleiðsluskipið Knarr, sum nú verður gjørt klárt til at framleiða olju og gass skamt frá føroyska markinum. Hm. pallurin, sum fer at framleiða á Cambo feltinum, uppaftur nærri markinum, tá tann útbyggingin verður góðkend.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Orkan.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page